Barnaserkøn ráðgeving.
Kundi tú hugsað tær at práta við ein vaksnan um tað, at tíni foreldur ikki liva saman? Vit bjóða børnum og foreldrum barnaserkøna ráðgeving.
Barnaserkøn ráðgeving er til tín, sum ynskir at práta við ein vaksnan um tað, at foreldur tíni ikki eru saman. Barnaserkøn ráðgeving er eitt tilboð til børn og ung, hvørs foreldur ikki liva saman.
Í ráðgevingini fært tú eitt stað at tosa við ein vaksnan um tínar tankar, kenslur og avbjóðingar í sambandi við, at foreldrini hjá tær ikki liva saman. Ráðgevin kann hjálpa og stuðla tær, og tit kunnu til dømis tosa um, hvussu tú kanst handfara støðuna ella tað, sum fyllir nógv í tínum lívi beint nú.
Um tú kemur til ráðgeving, er tað tú, sum gert av, hvat tú og ráðgevin tosa um. Ráðgevingin kann vera ein hjálp hjá tær, um tú hevur tað trupult, tí at foreldur tíni ikki liva saman. Tað er ymiskt frá barni til barni, hvussu nógv hetta fyllir, og støðan kann eisini broytast við tíðini. Tað er eisini ymiskt, um børn hava hug til ella hava tørv á at tosa um støðuna.
Les meira um barnaserkøna ráðgeving og hvussu tú kanst melda teg her.
