Samvera.
Um foreldur tíni ikki búgva saman, skalt tú hava bústað hjá tí eina foreldrinum. Tað ber ikki til at hava bústað hjá báðum foreldrum, um foreldur tíni ikki búgva saman. Tað foreldrið, sum tú hevur bústaðin hjá, kallast bústaðarforeldrið. Tað foreldrið, sum tú ikki hevur bústaðin hjá, kallast fyri samveruforeldrið.
Tann tíðin, tú ert saman við samveruforeldrinum, kallast fyri samvera. Tað foreldrið, sum tú hevur samveru við, skal taka sær av tær, meðan tú ert í samveru. Tað vil siga, samveruforeldrið skal syrgja fyri, at tú hevur tað gott, fært mat, fert í skúla og so víðari.
Tú kanst í mesta lagi vera í samveru hjá samveruforeldrinum helvtina av tíðini. Og bústaðurin hjá tær er har, sum tú ert í minsta lagi helvtina av tíðini.
Tá foreldur ikki kunnu semjast um samveruna, kunnu tey biðja okkum í Familjufyrisitingini um at hjálpa sær. Um tey ikki blíva samd, so kann Familjufyrisitingin taka avgerð og bestemma, hvør samveruskipan skal vera galdandi fyri teg.
Allar familjur eru ymiskar, og tí eru tað eisini ymiskt, hvør samveruskipan verður brúkt. Longri niðri kanst tú lesa meira um ymsar samveruskipanir. Eisini finnur tú ymsar spurningar um samveru. Trýst á spurningin fyri at lesa svarið.
-
Samvera í stuttum
Børn hava rætt til at vera saman við tí foreldrinum, sum tey ikki búgva hjá. Um tú til dømis býrt hjá pápa tínum, er pápi tín bústaðarforeldur, meðan mamma tín er samveruforeldur. Og tú hevur tí rætt til samveru við mammu tína. Onkuntíð eru foreldur ósamd um, hvussu nógv samvera skal vera, og hvussu ofta samvera skal vera. Tá kann Familjufyrisitingin hjálpa teimum. Tað er eisini ymiskt, hvat tað merkir fyri foreldur tíni, um tey annaðhvørt eru bústaðarforeldur ella samveruforeldur.
Hvør samvera er best fyri meg?
Tað er sera ymiskt, hvussu børn hava samveru við samveruforeldrið. Tað, sum er mest umráðandi, er, at finna ta samveruna, sum riggar best fyri teg.
Dømi við ymsum samveruskipanir:
Javnbýtisskipan:
- Summi børn eru eins nógv hjá mammu síni sum hjá pápa sínum. Ofta frá fríggjadegi, tá skúlan er liðugur til fríggjamorgun, tá skúlin byrjar. Hetta kallast eisini ein 7/7 skipan, tí tú ert sjey dagar hjá mammu, og so sjey dagar hjá babba.
8/6 ella 9/5 samveruskipan:
- Summi børn eru hjá tí eina foreldrinum í 5 ella 6 dagar og hjá hinum í 9 ella 8 dagar. Ofta frá týsdegi ella mikudegi eftir skúlatíð til mánamorgun, tá skúlin byrjar.
Vikuskiftissamvera pluss ein ella tveir dagar:
- Summi børn eru annaðhvørt vikuskifti í samveru. Ofta frá fríggjadegi, tá ið skúlin er liðugur, til týsmorgunin ella mikumorgun.
- Ella er tað annaðhvørt frá fríggjadegi, tá skúlin er liðugur, til mánamorgun, tá ið skúlin byrjar aftur, og so eisini frá mikudegi til hósdag í tí vikuni, tá ongin vikuskiftissamvera er. Við hesi skipan er samvera hvørja viku, og tað gongur tí ikki so langt millum, at tú ert í samveru. Tí einu vikuna svevur tú nakrar nætur, og hina vikuna svevur tú kanska eina nátt.
Vikuskiftissamvera:
- Summi børn eru í samveru annaðhvørt vikuskifti. Ofta frá fríggjadegi, tá skúlin er liðugur, til mánamorgun, tá ið skúlin byrjar aftur. Ella frá fríggjadegi, tá skúlin er liðugur til sunnudag seinnapart.
Samvera um dagin:
- Summi børn eru fyri tað mesta hjá tí foreldrinum, sum tey búgva hjá. Tey sova ikki hjá samveruforeldrinum, men eru saman við samveruforeldrinum nakrar tímar av og á. Tað kann til dømis vera tveir dagar um vikuna, frá skúlin er liðugur til beint eftir nátturða, ella tað kann vera ein leygardag ella sunnudag í nakrar tímar.
Eygleidd samvera
- Eygleidd samvera er, tá vit vilja tryggja okkum, at samvera uttan eygleiðing er best fyri barnið. Ofta er samvera eygleidd í eina tíð á Familjufyrisitingini. Um tað verður mett, at barnið kennir seg trygt, og samveran gongur væl, kann vera samvera síðani vera uttan eygleiðing.
Onnur samvera:
- Summi børn hava til dømis eitt foreldur, sum býr í útlandinum, og tað ber tí ikki til at hava vanliga samveru hvørja viku ella aðru hvørja viku. Tá ber til at hava telefonsamband við samveruforeldrið. Telefonsamband er ofta eina ella tvær ferðir um vikuna.
- Um annað foreldrið býr uttanlands ber eisini til at hava samveru í frítíðunum. Til dømis onnur hvørji jól, onnur hvørji páskir og aðru hvørja heystfrítíð, og so kanska nakrar vikur um summarið.
Ongin samvera:
- Tað er viðhvørt, at summi børn ikki hava samveru við samveruforeldrið. Tað kunnu vera nógvar ymsar orsøkir til, at eingin samvera er. Tað kann vera, at tað ikki ber til, tí at samveraforeldrið býr í einum øðrum landi. Men tað kann eisini vera, at tey vaksnu hava mett, at tað er best fyri barnið, at eingin samvera er.
Kann eg gera av, hvussu nógv samvera skal vera?
Nei, tú kanst ikki gera av ella bestemma, hvussu nógv tú skal vera mammu tíni ella pápa tínum. Tað eru tíni foreldur, sum gera av, hvussu tað skal vera, til tú ert 18 ár. Eisini hóast tíni foreldur ikki búgva saman.
Men tað er umráðandi, at tíni foreldur lurta eftir tær, soleiðis at tað ber til hjá teimum meta um, hvør samvera er best fyri teg. Og um tú heldur, at avtalurnar, sum tíni foreldur hava gjørt um samveru, ikki er góð, ella tú kanska kundi hugsað tær, at samveran var øðrvísi skipað, hevur tú rætt til at taka stigið og seta teg í samband við Familjufyrisitingina. Les meira um at taka stigið her.
Hvat kann Familjufyrisitingin gera, um míni foreldur ikki kunnu semjast um eina samveruskipan?
Tað er ikki óvanligt, at foreldur eru ósamd um, hvussu nógv tú skalt vera hjá mammu tíni, og hvussu nógv tú skalt vera hjá pápa tínum.
Um foreldur tíni eru ósamd ella í iva um, hvat er best fyri teg, kunnu tey fáa hjálp hjá okkum. Vit kunnu hjálpa teimum at finna eina semju. Um tey ikki vera samd, kunnu vit taka eina avgerð um, hvussu nógv tú skal vera hjá mammu tíni, og hvussu nógv tú skalt vera hjá pápa tínum.
Um vit skulu taka avgerð, so hevur tú rætt at siga tína meining, og tú verður boðin til barnasamrøðu. Les meira um barnasamrøðuna her.
Hvat kann samveruforeldrið taka avgerðir um?
Samveruforeldrið kann einsamalt gera av, hvat fyri frítíðarítriv tú kanst ganga til, tá tú ert hjá samveruforeldrinum, um frítíðarítrivið ikki er vandamikið.
Samveruforeldrið hevur eisini skyldu til at taka sær av tær, tá ið tú ert hjá samveruforeldinum.
Samveruforeldrið skal syrgja fyri, at tú fært mat, goðan svøvn, kemur í skúla og líknandi. Líkasum bústaðarforeldrið skal gera, tá ið tú ert heima, skal samveruforeldrið syrgja fyri, at tú hevur tað gott og fært tað, sum tú hevur tørv á, tá tú ert í samveru.
Kann eg hava samveru við onnur enn tað foreldrið, sum eg ikki búgvi hjá?
Um tú ikki sært ella hevur samband við tað foreldrið, sum tú ikki býrt hjá, so hava onnur, sum tú kennir, rætt til at søkja um samveru. Hetta kann til dømis vera ein omma, ein abbi ella onkur annar vaksin, sum tú ert góð/ur við.
Mær dámar ikki samveruskipanina, sum foreldur míni hava avtalað. Hvat kann eg gera?
Fyrst og fremst er tað altíð eitt gott hugskot at tosa við tíni foreldur um støðuna. Um tað er torført at tosa við tey, kanst tú møguliga skriva teimum eitt bræv, har tú greiðir frá, hvussu tú hevur tað.
Um tað ikki riggar, og foreldur tíni ikki kunnu semjast um eina samveruskipan, so kanst tú taka stigið, um tú ert 10 ár ella eldri. At taka stigið merkir, at tú setir teg í samband við Familjufyrisitingina. Vit práta fyrst við teg, og síðani verða tíni foreldur boðin á fund her hjá okkum til at tosa um støðuna.
Vit kunnu ikki lova tær, at samveruskipanin verður broytt. Tí tað eru tey vaksnu, sum í síðsta enda gera av, hvussu samveran skal skipast. Men um tú tekur stigið, so kunnu vit lova tær, at verður hoyrd/ur. Vit kunnu eisini lova tær, at vit fara at royna at hjálpa tær og tínum foreldrum í støðuni. Tað kann eisini vera, at vit finna aðrar loysnir til teg og tíni foreldur. Til dømis kunnu tit koma til ráðgeving.
Les meira um rættin hjá tær at taka stigið her.
Míni foreldur klandrast illa um samveruna, er tað nakað, eg kann gera?
Tað er ikki altíð lætt at vera eitt barn, tá foreldur eru ósamd ella klandrast illa. Vit vilja fegin hjálpa tær, og vit vilja fegin hjálpa tínum foreldrum.
Fyrst og fremst er tað eitt gott hugskot, at tú tosar við tíni foreldur um støðuna. Um tað er torført, kanst tú kanska skriva teimum eitt bræv, har tú greiðir frá tínari støðu.
Tú kanst eisini ringja til okkum, skriva til okkum ella koma ein túr í Familjufyrisitingina. Familjufyrisitingin kann síðani kalla tíni foreldur á fund, og soleiðis kunnu vit royna at hjálpa tínum foreldrum við teimum ósemjum, sum tey hava.
Vit kunnu ikki lova, at foreldur tíni fara at semjast um samveruna. Men vit kunnu lova, at vit fara at royna okkara besta at hjálpa teimum at samstarva og samskifta.


