Búmerkið hjá felagnum
Heim / Hetta gera vit /
Foreldramyndugleiki

Foreldramyndugleiki.

Foreldramyndugleiki - hvat er tað? 

Øll børn, sum búgva í Føroyum, og sum eru yngri enn 18 ár, skulu hava í minsta lagi ein foreldramyndugleikahava og í mesta lagi tveir foreldramyndugleikahavar.

Nógv børn í Føroyum hava tveir foreldramyndugleikahavar - aloftast eina mammu og ein pápa. Summi hava eina mammu og eina sammammu sum foreldramyndugleikahavar. 

Summi børn hava ein foreldramyndugleikahava - antin eina mammu ella ein pápa. Longri niðri kanst tú lesa meira um, hvat tað vil siga fyri tann, sum hevur foreldramyndugleika yvir einum barni.

Foreldramyndugleikahavar kunnu taka avgerðir um persónligu viðurskiftini hjá tær í samsvari við áhugamál og tørvin hjá tær. Tí er tað eisini ein avgerðarrættur, sum foreldramyndugleikin hevur fyri teg, tá týdningarmiklar avgerðir skulu takast. Longri niðri kanst tú lesa meira um, hvørjar avgerðir foreldramyndugleikahavi kann taka um og fyri teg. 

Foreldramyndugleikahavin hevur eina umsorganarskylda av tær. Foreldramyndugleikahavin skal tryggja, at tú fært umsorgan, soleiðis at tú fært neyðuga ansing og ert í tryggum hondum, og soleiðis at tú fært mat, klæðir, eitt stað at búgva og líknandi. 

Eisini hevur ein foreldramynduleikahavi rætt til at umboða teg í ymiskum viðurskiftum.

Ein ella tveir foreldramyndugleikahavar?.

Eitt foreldur hevur foreldramyndugleika

Um bara annað foreldrið hjá tær hevur foreldramyndugleikan yvir tær, kann tað foreldrið einsamalt taka týdningarmiklar avgerðir um teg.

Bæði foreldur hava foreldramyndugleika

Um bæði foreldur hava foreldramyndugleikan yvir tær, skulu tíni foreldur vera samd um týdningarmiklar avgerðir, sum viðvíkja tær.

Hvat eru týdningarmiklar avgerðir?.

  • Sjúkra- ella skurðviðgerð

    Ein týdningarmikil avgerð kann vera, um tú skalt skurðviðgerast, kannast á sjúkrahúsinum ella fáa týðandi medisinska viðgerð. 

     

  • Vandamikil frítíðarítriv

    Ein foreldramyndugleikahavi kann taka gera av, um tú fært loyvi at ganga til frítíðarítriv, sum kunnu vera vandamikil. Tað kundi til dømis verið at klintra í fjøllunum, motorsport ella líknandi. 

  • Flyting til eitt annað land

    Foreldramyndugleikahavin kann gera av, um tú kanst ella skalt flyta til eitt annað land.

  • Títt navn

    Foreldramyndugleikahavin kann gera av, hvat navn títt skal vera. Tað vil siga títt fornavn, millumnavn og eftirnavn. Eisini um navnið hjá tær skal broytast.

  • Trúgv

    Tað er foreldramyndugleikahavin, sum ger av, hvørjari trúgv tú skalt vaksa upp við, og um tú skal doypast, fermast ella líknandi. 

  • Skúlaval

    Tað er foreldramyndugleikahavin, sum ger av, hvørjum skúla og frítíðarskúla tú skalt ganga í. Um tú skalt skifta skúla, er tað eisini ein týdningarmikil avgerð, sum foreldramyndugleikahavin kann taka. Víðari útbúgving, tað vil siga miðnámsskúlar og annað, eru eisini ein týdningarmikil avgerð. 

  • Pass

    Um tú skalt hava eitt pass, ella tú skalt hava eitt nýtt pass, so er tað ein týdningarmikil avgerð, sum foreldramyndugleikahavin kann taka avgerð um. 

Foreldramyndugleikahavar hava eisini rætt til, at:

  • luttaka í foreldrafundum, skúlasamrøðum, skúlatiltøkum og barnagarðstiltøkum. 
  • hava samband við lækna, sjúkrahúsverk, barnaverndartænastu og Almannaverkið. 
  • fáa innlit í øll skjøl ella upplýsingar viðvíkjandi tær men ikki viðvíkjandi hitt foreldrið.
  • Um bara annað foreldrið hevur foreldramyndugleika

    Um bara eitt foreldur hjá tær hevur foreldramyndugleikan, er tað bara tað foreldrið, sum hevur rætt til at luttaka í foreldrafundum, hava samband við stovnar tína vegna og rættin til innlit í skjøl viðvíkjandi tær. 

    Tað av foreldrunum, sum ikki hevur lut í foreldramyndugleikanum, kann tí ikki krevja at sleppa við til foreldrafundir, foreldrasamrøður, tiltøk á stovni.

    Skúlar kunnu tó heita á bæði foreldrini um at luttaka til t.d. foreldrasamrøður, um tað verður mett at vera tað besta fyri barnið.

Til vaksin (nýtt vindeyga)