Tørvar tær aðra hjálp? .
Kennir tú, at tú hevur tørv á aðrari hjálp? Kanska tínir trupulleikar snúgva seg um okkurt annað, enn at foreldur tíni eru farin hvør til sítt. So eru tað eisini alskyns felagsskapir, stovnar og myndugleikar, sum arbeiða fyri, at tú hevur tað gott, og eru tøk at hjálpa tær, um tú ikki hevur tað gott.
-
Tú & Eg-ráðgevingin
Les meira á 116111.foTú & Eg Ráðgevingin er ein ókeypis ráðgeving til børn og ung. Tørvar tær ráð, vegleiðing, ella bara onkran at tosa við, so kanst tú ringja til ráðgevingina á 116 111.
Øll, ið ringja, eru dulnevnd. Tað merkir, at tann, sum svarar, sær ikki, hvør tað er, sum ringir, og tær nýtist ikki at upplýsa navn.
Tú & Eg Ráðgevingin svarar hvørt kvøld frá klokkan 20:00 til 24:00.