Búmerkið hjá felagnum
Heim / Hetta gera vit /
Góð ráð til tín

Góð ráð til tín.

Fimm góð ráð til tín frá frá øðrum børnum

1. Fortel tínum foreldrum, hvat tú kundi hugsað tær

Tað kann vera eitt gott hugskot at fortelja foreldrum tínum, hvat kundi hugsað tær, og hvussu tú vilt hava tað. Tað er ikki vist, at tey duga so væl at spyrja teg slíkar spurningar. Um tú ikki fortelur teimum tað, er tað ikki vist, at tey vita, hvussu tú hevur tað, ella hvussu tú vilt hava, at tað skal vera. 

 

2. Tað er í lagi at vera kedd og keddur

Tað er púra natúrligt av vera kedd ella keddur, tá ið foreldur fara frá hvørjum øðrum. Tað er eisini í lagi at vera ill ella illur. Kanska hugsar tú nógv um, hví foreldur tíni eru farin ella fara frá hvørjum øðrum, og hví tey ikki bara kunna vera saman. Tú ert kanska stúrin um, hvat tað merkir fyri teg. Minst til, at tú ert ikki tann einasta ella einasta, sum hevur tað soleiðis. Tað eru fleiri børn í somu støðu sum tú, og eisini tú fert at koma ígjøgnum tað, hóast tað kann tykjast ringt. Men tað kann taka tíð, og tað er í lagi.

 

3. Fortel, hvussu tú hevur tað

Tú ert kanska bangin fyri at gera foreldrini kedd, um tú sigur, hvussu tú hevur tað. Men fyri tína egnu skuld er tað gott fáa tað sagt. Tú skalt ikki ganga einsamøll ella einsamallur við tínum tonkum, og tað kann kennast gott at fáa tað, sum tú gongur og hugsar um, sagt. Tað kann eisini vera, at tíni foreldur ikki duga ella tora at spyrja teg, tí tey vilja ikki órógva teg. Tey halda kanska, at alt er gott. Við at fortelja tínum foreldrum, hvussu tú hevur tað, kunnu tey kanska hjálpa tær. 

 

4. Er tað trupult at tosa við mammu og babba, skriva so eitt bræv

Er tað trupult at tosa um viðurskiftini við foreldrini hjá tær, kann tað vera gott at skriva eitt bræv í staðin fyri. So er lættari at siga tað, tú vilt.Tú kanst skriva, hvussu tú hevur tað.Tú kanst eisini skriva, hvar tú vilt búgva, ella hvussu tú vilt vitja tað foreldrið, sum tú ikki býrt hjá. 

Tú kanst til dømis skriva: Góði babba. Eg eri keddur av tí. Mær dámar væl at vera saman við tær, men beint nú vil eg fegin vera eitt sindur meira hjá mammu, so at eg kann vera meira saman við vinunum.

Tú kanst eisini skriva soleiðis: Góða mamma. Mær leingist so illa eftir babba. Eg kundi hugsað mær at roynt at búð hjá honum.

 

5. Tosa við familjuna ella onnur

Heldur tú tað vera torført at tosa um viðurskiftini við foreldur tíni, kann tað vera gott at tosa við ein annan vaksnan. Tað kann til dømis vera omma, abbi, mostir, pápabeiggi ella onkur annar vaksin, sum tú kennir væl. Tað kann eisini vera ein lærari, venjari ella onkur annar, sum tær dámar væl at tosa við. Onkuntíð hjálpir tað at tosa við onkran um, hvussu tú hevur tað.

Vilt tú vita meira? .

  • Hevur tú onkrar spurningar, ella er tað okkurt, sum tú vilt vita meira um, so kanst tú altíð skriva okkum ein teldupost ella eitt bræv. Tú kanst eisini ringja til okkum ella vitja okkum. 

     

    Okkara teldupostur er famf@famf.fo. 

    Okkara telefonnummar er 20 22 24. 

    Og vit halda til á Dr. Jakobsens gøtu 12, 100 Tórshavn. 

Til vaksin (nýtt vindeyga)