Rætturin at taka stigið.
Tú hevur rætt til at taka stigið!
Kundi tú hugsað tær, at avtalurnar, sum tey vaksnu hava gjørt fyri og um teg, vóru broyttar? Kundi tú til dømis hugsað tær at verið meira saman við mammu tíni ella pápa tínum? Ella kundi tú hugsað tær at flutt heim til hitt av foreldrunum?
Riggar tað ikki at tosa við foreldur tíni um støðuna, kanst tú biðja Familjufyrisitingina um at fáa eina fund í lag við foreldur. Hetta rópa vit rættin hjá barninum at taka stigið.
Rætturin at taka stigið er eisini til tín, sum hevur tað strævið, tí at foreldur tíni ikki megna at samstarva um teg. Tey klandrast kanska nógv, ella práta tey kanska slett ikki saman, og tað kann gera tað øgiliga strævið at vera tú. EVT STRIKA.
Men hvussu tekur tú stigið? Longri niðri kanst tú lesa meira um rættin hjá tær at taka stigið. Trýst á ein spurning og síggj svarið.
Spurningar og svar um rættin hjá tær at taka stigið.
Hvussu nógv ár skal eg vera?
Tú skalt vera 10 ár ella eldri.
Skal eg gera nakað áðrenn, eg seti meg í samband við tykkum?

Áðrenn tú setur teg í samband við Familjufyrisitingina, er tað gott at hugsa um, hvat tú kundi hugsað tær varð broytt.
Kanska kanst tú tosa við ein lærara ella ein annan vaksnan persón um tað.
Tað er ikki neyðugt at gera annað, áðrenn tú tekur stigið og setir teg í samband við okkum.
Ivast tú í nøkrum, kanst tú altíð seta teg í samband við Familjufyrisitingina og fáa eitt prát við ein vaksnan, sum eisini kann spyrja teg meira um støðuna. Tú kanst ringja til okkara á 20 22 24, og tú kanst eisini koma framvið skrivstovu okkara í Havn.
Vit taka telefonina hvønn dag frá kl. 10-12 og frá kl. 12.30-14. Hevur tú ikki møguleika at ringja tá, kanst tú eisini senda okkum ein teldupost ella skriva okkum eitt bræv, har tú upplýsir títt telefonnummar, og nær tað liggur fyri at tosa, og so kunnu vit ringja til tín.
Familjufyrisitingin heldur til á Dr. Jakobsens gøtu 21 í miðbýnum í Havn.
Um eg taki stigið, hvat hendir so?
Tá ið tú setir teg í samband við okkum, fert tú at tosa við ein vaksnan, sum dugir væl og hevur nógvar royndir við at tosa við børn í tíni støðu. Tann vaksni spyr teg millum annað, hvussu tú hevur tað, og hví tú ynskir at taka stigið. Tann vaksni spyr teg eisini, hvørjar møguligar broytingar, tú kundi hugsað tær, og um tú heldur, at tíni foreldur skulu koma á fund í Familjufyrisitingini.
Tá ið tú tosar við tann vaksna í Familjufyrisitingini fyrstu ferð, eru foreldrini hjá tær ikki við. Men tú ert vælkomin at taka onkran annan vaksnan við tær. Hetta kalla vit ein hjásiti.
Um tú eftir fyrsta prátið við okkum ynskir, at foreldur tíni koma á fund í Familjufyrisitingini, fáa tey eina fráboðan frá okkum um, at tú hevur sett teg í samband við Familjufyrisitingina. Og so verða foreldur tíni boðin á ein fund, har vit tosa við tey um tíni ynskir. Til hendan fundin eru tað bara tíni foreldur, sum møta. Saman við tínum foreldrum fara vit at royna at gera nakrar avtalur fyri teg frameftir.
Kunnu mamma ella babba biðja meg seta seg í samband við tykkum?
Rætturin at taka stigið er tín rættur.
Tað merkir, at tað skal vera títt ynski at broyta avtalur, sum tey vaksnu hava gjørt fyri teg. Tað skal ikki vera ynski hjá mammu ella pápa tínum.
Broytist nakað?
Tað eru tíni foreldur, sum gera av, hvar tú skalt búgva, og hvussu nógv tú skal vera hjá tí foreldrinum, sum tú ikki býrt hjá. Og tað kanst tú ikki sjálv ella sjálvur broyta.
Men tá tú ert blivin 10 ár, kanst taka stigið og biðja okkum í Familjufyrisitingini um at fáa ein fund í lag við foreldrini hjá hjá tær. Til dømis, um tú ikki heldur, at avtalurnar, sum tey hava gjørt um teg, eru góðar, ella um tú kundi ynskt tað øðrvísi.
Vit kunnu ikki lova, at nakað broytist, men vit kunnu hjálpa tær við at kalla foreldrini hjá tær inn á fund. Á fundinum tosa vit so við foreldur tíni um, hvussu tú hevur tað, og hvat tú kundi hugsað tær varð broytt.
Kann eg taka nakran við mær?
Tú hevur altíð rætt til at hava hjásita við, um tú kemur til samrøðu í Familjufyrisitingini.
Ein hjásiti er ein vaksin persónur, sum ikki er annað av foreldrum tínum. Tað er ein vaksin, sum tú hevur álit á, og sum kann stuðla tær. Tað kann vera eitt eldri systkin, ein lærari, ein gubbi ella ein omma.
Eg havi tað trupult, tí míni foreldur ikki liva saman, kann eg fáa hjálp?
Familjufyrisitingin hevur góð tilboð til børn, sum hava tað torført, tí at foreldrini ikki liva saman. Tað er ofta eitt gott hugskot at tosa við annað ella bæði tíni foreldur um, hvussu tú hevur tað. Tey kunnu kanska hjálpa tær, ella tey kunnu seta seg í samband við okkum, og so kunnu vit hjálpa teimum og tær.
Um tú heldur, at avtalurnar, sum tey vaksnu hava gjørt um, ikki eru góðar, kanst tú taka stigið og seta teg í samband við Familjufyrisitingina.
Um tú hevur tað trupult, tí at foreldur tíni eru farin ella eru við at fara hvørjum øðrum, kanst tú koma við í samrøðubólk, har tú kanst hitta og práta við onnur børn í somu støðu. Tú kanst lesa meira um samrøðubólkar her.
Tú kanst eisini koma til barnaserkøna ráðgeving, har tú kanst tosa við ein vaksnan frá Familjufyrisitingini um tað, sum er torført. Tú kanst lesa meira um barnaserkøna ráðgeving her.
Vit hava eisini savnað saman nøkur góð ráð til tín, sum hevur tað svárt, tí at foreldur tíni ikki liva saman. Tey finnur tú við at trýsta her.
-
Soleiðis tekur tú stigið
Tú kanst:
- møta upp í Familjufyrisitingini,
- ringja á telefon 20 22 24,
- senda ein teldupost á famf@famf.fo ella
- skriva eitt bræv og leggja tað í okkara postkassa ella senda tað til okkara.
Hevur tú fleiri spurningar?
Hevur tú fleiri spurningar, ella er tað okkurt, sum tú vilt vita meira um, so kanst tú altíð skriva okkum ein teldupost ella eitt bræv. Tú kanst eisini ringja til okkum ella vitja okkum.
