Búmerkið hjá felagnum
  • Liva tíni foreldur ikki saman?.

    Tá foreldur fara frá hvørjum øðrum ella eru farin frá hvørjum øðrum, kann tað kennast øgiliga trupult. Tað er ikki snetigt, um kenslur av vreiði, sorg og einsemi merkjast í kroppinum. Hendan heimasíðan er til tín, sum vilt vita meira um, hvørji rættindi og møguleikar tú hevur, tí foreldur tíni ikki liva saman.

  • Skalt tú til barnasamrøðu? .

    Ert tú biðin um at koma til barnasamrøðu, so er tað tí, at vit vilja vita meira um teg, og hvussu tú hevur tað. Tá foreldur eru ósamd um, hvar tú skalt búgva, ella hvussu nógv tú skal vera saman við foreldrunum hjá tær, kann Familjufyrisitingin gera av, hvussu tað skal vera. Men fyri at vita, hvat er best fyri teg, mugu vit tosa við teg fyrst.

  • Foreldur míni búgva ikki saman, hvat kann eg gera?

    Faldarin: Barnið tekur stigið.

    Vit hava gjørt ein faldara, har vit hava savnað saman kunning um tíni rættindi, tínir møguleikar at fáa hjálp, og hvussu Familjufyrisitingin kann hjálpa tær, um tíni foreldur ikki búgva saman.

Samrøðubólkar og barnaserkøn ráðgeving.

Familjufyrisitingin kann bjóða tær at koma við í samrøðubólk, har tú kanst hitta og práta við onnur børn í somu støðu, ella vit kunnu bjóða tær barnaserkøna ráðgeving, har tú kanst práta við ein vaksnan um støðuna.

Vís fleiri
Vís fleiri

Hvussu kunnu vit hjálpa tær? .

Vit, sum arbeiða hjá Familjufyrisitingini, vita sera nógv um børn við foreldrum, sum eru farin frá hvørjum øðrum. Vit vilja fegin hjálpa tær við ivamálum og spurningum, sum tú kanst hava í sambandi við, at foreldur tíni ikki liva saman. Vit halda, at tá foreldur arbeiða væl saman, er tað lættari at vera barn. Tíverri, er tað ikki altíð, at tað er so lætt hjá foreldrum.
Les meira um okkum

Tíðindi.

Vís øll tíðindi
Vís øll tíðindi
Til vaksin (nýtt vindeyga)