Samrøðubólkar.
Kundi tú hugsað tær at práta við onnur børn, sum eru í somu støðu? Kom við í samrøðubólk!
Í samrøðubólkunum tosa vit um alt tað, sum fylgir við tí, at foreldur ikki liva saman. Tú hoyrir hini børnini greiða frá sínum upplivingum, og tú kanst eisini greiða frá tínum upplivingum. Til samrøðubólkin kanst tú práta um, hvussu tú hevur tað við at hava tvey heim, ella hvussu tú hevur tað við tí nýggja makanum hjá mammu ella babba. Hini børnini kenna seg kanska aftur, og hava møguliga góð ráð til tín, um hvat tey hava gjørt, tá ið tey høvdu tað trupult. Kanska tú kanst hjálpa teimum við tínum góðu ráðum. Vit hava eisini stundir til at hugna okkum og hava tað stuttligt.
Les meira um, hvat onnur børn siga um samrøðubólkarnar, og hvussu tú meldar til, her.
