Um okkum í Familjufyrisitingini.
Familjufyrisitingin er eitt kontór, sum viðger ymisk familjumál. Vit, sum arbeiða hjá Familjufyrisitingini, vita sera nógv um børn við foreldrum, sum eru farin frá hvørjum øðrum.
Vit vilja fegin hjálpa tær við ivamálum og spurningum, sum tú kanst hava í sambandi við, at foreldur tíni ikki liva saman.
Familjufyrisitingin kann til dømis hjálpa foreldrum við at finna fram til
- hjá hvørjum foreldri, tú skalt búgva, og
- hvussu nógv tú skalt vera hjá tí foreldrinum, sum tú ikki býrt hjá.
Um foreldur ikki vera samd, kann Familjufyrisitingin taka avgerð um bústaðin ella samveruna.
Vit halda, at tá foreldur arbeiða væl saman, er tað lættari at vera barn. Tíverri, er tað ikki altíð, at tað er so lætt hjá foreldrum. Familjufyrisitingin bjóðar eisini foreldrum til ráðgeving ella á skeið, soleiðis at tey betri kunnu samstarva til dømis um teg, og hvussu tú hevur tað best.
Og so bjóða vit eisini børnum til ráðgeving ella til samrøðubólkar. Her fáa børn eitt frírúm at práta um alt tað, sum kann vera torført ella strævið, tá foreldur ikki liva saman. Til ráðgeving og samrøðubólk kunn børn kunnu práta frítt, og foreldur fáa bara tað at vita, sum tit ynskja at fortelja teimum.
Tú ert altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara, um tú vilt vita meira, ella um tú heldur, at tú hevur tørv á hjálp.
Telefonnr.:
Vit taka telefonina mánadag til fríggjadag kl.10.00-12.00 og 12.30-14.00.
Teldupostur:
Bústaður:
Familjufyrisitingin
Dr. Jakobsens gøta 21
100 Tórshavn
Endamálið er altíð at taka rættar og greiðar avgerðir, hava dygdargóða málsviðgerð og veita børnum og vaksnum skjóta hjálp og ráðgeving.