Búmerkið hjá felagnum
Heim / Hetta gera vit / Samvera /
Barnasamrøða
Barnasamrøða

Barnasamrøða.

Hvat er ein barnasamrøða?

Tá ið foreldur ikki kunnu semjast um, hvar tú skalt hava bústað, ella hvussu leingi tú skalt vera hjá hvørjum av teimum, kunnu tey fáa hjálp frá okkum. Tey, sum arbeiða hjá okkum, royna at hjálpa foreldrum at blíva samd.

Verða foreldrini allíkavæl ikki samd, kunnu vit gera av, hvussu ósemjan verður loyst. Tað vil siga, at Familjufyrisitingin kann gera av, hvar tú skalt búgva, ella hvussu leingi tú skal vera hjá hvørjum foreldri. 

Men fyri at Familjufyrisitingin kann vita, hvat er best fyri akkurát teg, verður tú boðin til eina samrøðu. Tað er umráðandi hjá okkum at vita, hvussu tú hevur tað, hvussu tú trívist, og hvat ger teg glaðan. Tú kanst eisini fortelja, hvar tú vilt búgva, ella hvussu nógv tú vilt vera saman við foreldrum tínum, men tað eru tey vaksnu, sum avgera tað.

Tað er upp til tín, hvussu nógv og hvat tú vilt siga til samrøðuna. Summi børn hava hug at fortelja nógv, og onnur hava ikki hug at tosa so nógv. 

Longur niðri kanst tú lesa meira um barnasamrøðuna.

Spurningar og svar um barnasamrøðuna.

Hví skal eg til barnasamrøðu?

Um tú skalt til barnasamrøðu, er tað tí, at foreldur tíni ikki eru samd um, hvar tú skalt búgva, ella hvussu nógva tíð tú skalt vera hjá hvørjum av teimum.  

Fyri at hjálpa tínum foreldrum at vita og skilja, hvat er best fyri teg, bjóða vit tær til eina barnasamrøðu. Til barnasamrøðuna tosa vit um alt møguligt, sum er týdningarmikið fyri teg. Og tað er einki, sum er rætt ella skeivt. Vit vilja bara vita, hvussu tú hevur tað, og hvat ger teg glaðan og kanska eisini, hvat onkuntíð ger teg keddan. 

Tú skalt altíð til tvær barnasamrøður. Báðar samrøður eru við ein vaksnan persón frá Familjufyrisitingini. Til fyrstu samrøðuna ynskja vit fyrst og fremst, at tú fært heilsað upp á okkum og at vit koma at kennast eitt sindur betri. Til seinnu samrøðuna kennast vit eitt sindur, og tá fara vit práta meira um teg, og hvussu tú hevur tað. 

Hvønn skal eg tosa við?

Tú skalt tosa við ein vaksnan, sum dugir væl at tosa við børn í tíni støðu. Tit fara at tosa um, hvussu tú hevur tað, hvussu tú trívist, hvat tú dámar væl og minni væl, og kanska eisini hvørji ynski tú hevur, og hvussu tú kundi hugsað tær, at støðan var. 

Tað er týdningarmikið at hoyra tína hugsan. Men tað er eisini øgiliga týdningarmikið, at tú veitst, at tað eru foreldrini hjá tær ella vit, sum ráða. Hvar tú skalt búgva, ella hvussu nógv tú skalt síggja mammu og babba, eru avgerðir, sum vaksin skulu taka. Men fyri at taka tí bestu avgerðina fyri teg, skalt tú eisini sleppa at siga tað, sum tú heldur um støðuna. 

Tá ið tú tosar við tann vaksna hjá okkum, eru foreldrini hjá tær ikki við. Men tú ert vælkomin at taka onkran annan vaksnan við tær. Hetta kalla vit ein hjásiti. 

Foreldur kunnu sjálvandi fylgja tær til Familjufyrisitingina, og tey mugu gjarna bíða í bíðirúminum hjá okkum. Møguliga kemur foreldrið stutt inn at heilsa uppá, men tað eru bara tú og tann vaksni, sum práta saman. 

Hvat skal eg siga til samrøðuna?

Til barnasamrøðuna kunnu vit tosa um, hvussu tú hevur tað, hvussu tað gongur í skúlanum, hvat tú gert í tini frítíð, hvussu tú hevur tað hjá mammu og pápa tínum. Vit kunnu eisini tosa um tað, sum ger teg kedda ella keddan. 

Tú kanst fortelja um, hvussu tú kundi hugsað tær, at støðan skal vera, tí foreldur tíni ikki liva saman. Tú kanst fortelja um, hvat tú heldur riggar gott, og hvat riggar minni gott. Tað kann til dømis vera, at tað nívir teg og er keðiligt, at foreldur tíni eru ósamd, ella at tú saknar ein av teimum. Tað kann eisini vera, at tú vilt fortelja, hvar tú kundi hugsað tær at búð, ella hvussu nógv tú skal vera hjá mammu ella hjá babba. 

Summi hava hug at fortelja nógv, og onnur hava ikki hug at tosa so nógv. Fyri nøkur børn kann ein samrøða hjá Familjufyrisitingini í sambandi við eitt samverumál ella bústaðarmál kennast sera trupul. Og tað kann eisini vera, at tú kennir teg kroysta ella kroystan. 

Nógv børn kenna seg sum miðdepil í ósemjum millum foreldrini, og nógv børn hava hug til at taka ábyrgdina av, at bæði foreldur gerast nøgd og glað. Ongar kenslur eru skeivar í hesu støðuni, og vit tosa um tað, sum tú hevur hug til.   

Tað er upp til tín, hvat tú sigur, og hvussu nógv tú fortelur. Tann vaksni, sum hevur samrøðuna við teg, spyr teg, hvat tú vilt, at foreldur tíni skulu fáa at vita, og hvat tey kanska ikki skulu fáa at vita. 

Tín meining, tínir tankar og tíni ynski eru týdningarmikil, tá ið tey vaksnu skulu avgera, hvør samvera er best fyri teg, og hvar tað er best fyri teg at búgva. 

Foreldur tíni fáa at vita frá okkum, at tey ikki skulu tráspyrja teg um tað, sum tú og tann vaksni hava tosað um. 

Hví skal eg fyrst til eina fyrireikandi samrøðu og so eina barnasamrøðu?

Tað kann vera eitt sindur løgið og ótrygt at práta við ein vaksnan persón, tá man ikki kennir hvønn annan. Tí hava vit altíð tvær samrøður. 

Tann fyrsta samrøðan er eitt slag av fyrireikandi samrøðu. Til fyrstu samrøðuna ynskja vit fyrst og fremst, at tú fært heilsað upp á okkum, og at vit koma at kennast eitt sindur betri. Tú hittir tann vaksna, sum tú skalt práta við, og tann vaksni kann fortelja tær eitt sindur um, hví tú skalt til samrøðu. Tú fært møguleika at síggja barnarúmið, og so kanst tú spyrja tann vaksna um alt tað, sum tú ynskir at vita. 

Tann fyrsta samrøðan tekur umleið 20 minuttir. 

Til seinnu samrøðuna kennast vit eitt sindur, og tá fara vit práta meira um teg, og hvussu tú hevur tað. Sjálv barnasamrøðan tekur vanliiga umleið 1 tíma. 

Hvussu fái eg at vita, um eg skal til barnasamrøðu?

Vit senda tær eina innbjóðing, men vit senda hana til foreldur tíni, sum síðani fortelja tær, hvar og nær tú skalt til samrøðu. 

Samrøðan er við ein vaksnan frá Familjufyrisitingini, sum dugir væl at práta við børn í tíni støðu. Tú verður boðin til eina fyrireikandi samrøðu og eina barnasamrøðu. 

Skal eg gera nakað áðrenn samrøðuna?

Áðrenn tú kemur til barnasamrøðuna, skalt tú eisini til eina fyrireikandi samrøðu. Til hesa samrøðuna hevur tú møguleika fyri at spyrja tann vaksna, sum tú skalt práta við, um alt tað, sum tú kanska ivast í. Og tann vaksni fer at fortelja tær, hví tú skalt til barnasamrøðu. 

Áðrenn tú kemur til fyrireikandi samrøðuna er tað tí gott at hugsa um, hvat tú kundi hugsað tær at vita um støðuna, soleiðis at tú kanst spyrja tann vaksna um tað, sum tú ynskir at vita. 

Áðrenn tú kemur til barnasamrøðuna er tað gott at hugsa um, hvat tú kundi hugsað tær varð broytt og kundi verið øðrvísi, ella hvat riggar øgiliga væl, og hvat tú ynskir, ikki verður broytt. Kanska kanst tú tosa við ein lærara ella ein annan vaksnan persón um tað. 

Ivast tú í nøkrum, kanst tú altíð seta teg í samband við okkum og fáa eitt prát við ein vaksnan. Tú kanst ringja til okkara, skriva til okkara ella koma á gátt í Familjufyrisitingini. 

 

Okkara telefonnummar er: 20 22 24

Okkara teldupostur er: famf@famf.fo 

 

Og vit halda til her: 

Dr. Jakobsens gøta 21

100 Tórshavn

Hvat hendir aftaná, eg havi verið til barnasamrøðu?

Tá tú og tann vaksni hava avtalað, hvat kann skrivast niður, sleppa foreldur tíni at lesa tað. Tað vil siga, at tíni foreldur fáa bara tað at vita, sum tú vilt hava, at tey skulu vita.  

Tá ið tíni foreldur hava fingið at vita, hvat tit hava tosað um til barnasamrøðuna, royna tey vaksnu at finna tað bestu loysnina fyri teg. Ofta koma foreldur fram til, at ein nýggj avtala er besta loysnin. Og onkuntíð gerast foreldur ikki samd um bestu loysnina. Tá kann Familjufyrisitingin taka avgerð um, hvat so skal henda. Familjufyrisitingin tekur eina avgerð, sum Familjufyrisitingin metir er tann besta fyri teg. Og tá hyggur Familjufyrisitingin millum annað eftir, hvat tú segði til barnasamrøðuna. 

Tað er ein løgfrøðingur sum tekur avgerð. Ikki tann vaksni (barnaserkøni), sum hevur havt barnasamrøðuna við teg.

Avgerðin verður send foreldrunum hjá tær. 

Fyri summi børn kann tað kennast sum, at vit ikki hava lurtað efir tí, sum barnið hevur sagt til barnasamrøðuna. Tað er tí, at vit onkuntíð kunnu meta, at okkurt annað er best fyri teg. Í slíkum føri, bjóða vit tær til eina samrøðu við løgfrøðingin fyri at greiða tær frá, hví vit hava tikið ta avgerðina, sum vit hava tikið. 

  • Verður tað, sum eg sigi, skrivað niður?

    Tann vaksni lurtar eftir tær og er her fyri hjálpa tær. Tú gert av, hvussu nógv tú vilt siga til samrøðuna.

    Tann vaksni skrivar okkurt um, hvat tit hava prátað um til samrøðuna. Men bara tað, sum tú ynskir, skal skrivast niður. Tú kanst gott práta við tann vaksna um okkurt, sum ikki skal skrivast niður. Tú og tann vaksni tosa saman um, hvat tann vaksni hevur skrivað niður, um hvat foreldur tíni skulu hava at vita, og um hvat tey kanska ikki skulu hava at vita. 

    Nógv børn hava verið til barnasamrøðu, og tey flestu eru glað fyri at sleppa at fortelja, hvussu tey hava tað. 

  • Skulu míni foreldur við til barnasamrøðu?

    Tað eru bara tú og tann vaksni, sum eru til staðar til barnasamrøðuna. Foreldur eru ikki við til samrøðuna. tí at tú skalt kunna siga júst tað, tú hugsar.

    Foreldur eru sjálvandi vælkomin at fylgja tær í Familjufyrisitingina, og tey eru eisini vælkomin at heilsa uppá tann vaksna, sum tú skalt práta við. Tá tú ert til samrøðu, so kunnu tey sita í bíðirúminum og bíða.

    Tú kanst eisini hava onkran annan vaksnan við tær, um tú ynskir ella hevur tørv á tí. Hetta kalla vit at hava ein hjásita við. Foreldur tíni kunnu ikki vera tín hjásiti, men tað kann vera ein vaksin, sum tú ert trygg/ur við. Tú kanst tosa við ráðgevan um hetta til fyrireikandi samrøðuna. 

Hvar verður barnasamrøðan?.

  • Vit hava samrøðuna í einum hølum her hjá okkum í Familjufyrisitingini. Vit kalla tað barnarúmið. Vit hava roynt okkara allarbesta at gera tað hugnaligt og fjálgt í barnarúminum. 

    Vit hava eisini eitt bíðirúm, har foreldur kunnu bíða, meðan tú ert til samrøðuna. 

    Familjufyrisitingin liggur í Havn, so at siga mitt í býnum og tætt við Steinatún og Grasagarð.

Hevur tú fleiri spurningar?

Hevur tú fleiri spurningar, ella er tað okkurt, sum tú vilt vita meira um, so kanst tú altíð skriva okkum ein teldupost ella eitt bræv. Tú kanst eisini ringja til okkum ella vitja okkum. 

 

 

Til vaksin (nýtt vindeyga)