Búmerkið hjá felagnum
Heim / Hetta gera vit /
Barnaserkøn ráðgeving

Barnaserkøn ráðgeving.

Barnaserkøn ráðgeving er eitt tilboð til børn og ung, hvørs foreldur ikki liva saman.

Í ráðgevingini fært tú eitt stað at tosa við ein vaksnan um tínar tankar, kenslur og avbjóðingar í sambandi við, at foreldrini hjá tær ikki liva saman. Ráðgevin kann hjálpa og stuðla tær, og tit kunnu til dømis tosa um, hvussu tú kanst handfara støðuna ella tað, sum fyllir nógv í tínum lívi beint nú. 

Um tú kemur til ráðgeving, er tað tú, sum gert av, hvat tú og ráðgevin tosa um. Ráðgevingin kann vera ein hjálp hjá tær, um tú hevur tað trupult, tí at foreldur tíni ikki liva saman. Tað er ymiskt frá barni til barni, hvussu nógv hetta fyllir, og støðan kann eisini broytast við tíðini. Tað er eisini ymiskt, um børn hava hug til ella hava tørv á at tosa um støðuna.

Spurningar og svar um barnaserkøna ráðgeving.

Hvat skal eg tosa um?

Tú kanst tosa við barnaserkøna ráðgevan um tað, sum tú hevur hug til. Tað er títt stað, og til ráðgevingina kanst tú práta um góðar og keðiligar kenslur, tankar og trupulleikar, sum fylla gerandisdagin. Ráðgevin er har fyri at lurta, stuðla og hjálpa tær. Ráðgevin kann til dømis hjálpa tær at handfara tær kenslur og teir tankar, sum fylgja við tí at hava tvey foreldur, sum ikki liva saman. 

Hjá summum børnum er tað gott at tosa við onkran um, hvussu tað er at hava tvey foreldur, sum ikki liva saman. Summi børn hava kanska foreldur, sum ikki eru so samd, og tað kann vera torført og trupult hjá børnum at vera í. 

Hvønn skal eg tosa við?

Tað eru barnaserkøn, sum arbeiða í Familjufyrisitingini, sum hava barnaserkøna ráðgeving. Tað vil siga, at tað eru fólk, sum hava drúgvar starvsroyndir á familjuøkinum og hava góðar førleikar at ráðgeva børnum og foreldrum, sum ikki liva saman.

Ráðgevarnir hjá okkum hava tosað við sera nógv børn, sum hava foreldur, sum ikki liva saman. Og ráðgevarnir hava eisini prátað við sera nógv foreldur, sum ikki liva saman. 

 

Hvat fáa míni foreldur at vita?

Ráðgevingin er til tín, og ráðgevin hevur tagnarskyldu. Tað vil siga, at tað, sum tit tosa um, verður millum tykkum. Ráðgevin noyðist ikki at skriva nakað niður av tí, sum tit hava prátað um.

Foreldur fáa vanliga eina yvirskipaða afturboðan frá barnaserkøna ráðgevanum, eftir at tú hevur verið til ráðgeving. Foreldur hava tó ikki krav upp á at verða kunnað um, hvat tú hevur tosað um til ráðgevingina.

Tú og ráðgevin kunnu tó avtala, at ráðgevin skal skriva okkurt niður og síðani geva boðini víðari til tíni foreldur. Men tú og ráðgevin finna saman útav, hvat tú vilt hava, at ráðgevin kunnar foreldrini hjá tær um.

Tú og ráðgevin kunnu eisini avtala, at tú kemur við til fund saman við foreldrunum hjá tær.

Ráðgevin hevur eina fráboðanarskyldu. Tað vil siga, at ráðgevin hevur skyldu til boða frá, um tað til dømis koma upplýsingarnar fram, sum eru fevndar av fráboðanarskylduni hjá ráðgevanum sambært barnaverndarlógini. Aðrir myndugleikar kunnu eisini hava ein rætt eftir lógini til upplýsingar í málinum.  

 

Hvør kann biðja um barnaserkøna ráðgeving til mín?

Tað eru tíni foreldur, sum skulu biðja um ráðgeving til tín. Og tað foreldrið, sum tú býrt hjá, skal í øllum førum biðja um tað. Tað vil siga, at foreldrið, sum tú ikki býrt hjá, kann ikki einsamalt senda Familjufyrisitingini eina umbøn um ráðgeving til tín. 

Ofta eru tað bæði foreldur, sum biðja um barnaserkøna ráðgeving til børn síni í sambandi við, at tey sjálvi eru til ráðgeving ella eru á fundi í Familjufyrisitingini. 

Men foreldur kunnu eisini biðja um barnaserkøna ráðgeving til tín, hóast tey ikki hava verið til ráðgeving ella á fundi í Familjufyrisitingini. 

Barnaserkøni ráðgevin tosar altíð við foreldrini ella annað av foreldrunum, áðrenn tú fært eina tíð at koma til ráðgeving.

Ráðgevin og foreldur tíni taka støðu til, um tú hevur aldur og er nóg búgvin at koma til ráðgeving, og um ráðgeving er hóskandi fyri teg.

Kunnu børn fáa ráðgeving, samstundis við at eitt mál um bústað og samveru verður viðgjørt?

Vanliga ber hetta ikki til. Tað vil siga, at um foreldur tíni eru ósamd um, hvart tú skalt búgva, ella hvussu nógv tú skalt vera hjá tí foreldrinum, sum tú ikki býrt hjá, og tey hava vent sær til Familjufyrisitingina fyri at fáa hjálp, bíða vit við at kalla teg ella foreldur tíni til ráðgeving. 

Men foreldur tíni kunnu gerast samd um, at málið um bústaðin og samveru fyribils verður lagt í dvala, meðan tey, tú ella tit royna barnaserkøna ráðgeving. 

Familjufyrisitingin kann sostatt sum meginregla ikki veita barnaserkøna ráðgeving og viðgera mál um samveru ella bústað hjá barni samstundis, uttan so at tað verður mett, at tað er tað besta fyri teg. 

Metir Familjufyrisitiingin ikki, at tað er tað besta fyri teg at veita ráðgeving samstundis sum samverumál og/ella mál um bústað hjá barni er í viðgerð í Familjufyrisitingini, kunnu foreldur og børn fáa barnaserkøna ráðgeving, tá ið málið er lokað. Tað vil siga, tá 

  • foreldrini eru blivin samd um bústað ella um samveru,
  • um Familjufyrisitingin hevur tikið avgerð um bústað ella samveru,
  • ella tá ið viðgerðin av málinum er steðgað av aðrari orsøk.

Les meira um samveru og gongdina í samverumálum við at trýsta her her og um bústaðarmál við at trýsta her.

  • Eg vil fegin til barnaserkøna ráðgeving, hvussu geri eg?

    Tað foreldrið, sum tú býrt hjá, skal senda okkum eina umbøn um ráðgeving til tín. Tað er skjótt og lætt at senda okkum eina umbøn um barnaserkøna ráðgeving umvegis teldupost. 

    Umbønin skal innihalda

    • navn, telefonnummar og teldupostbústað hjá báðum foreldrunum, og 
    • navn og aldur á barni, sum skal til ráðgeving.
    • Vilja foreldur, at onnur, sum eru tætt knýtt at barninum, skulu luttaka, skal umbønin eisini innihalda navn á viðkomandi og upplýsingar um, hvussu viðkomandi er tilknýttur barninum.

    Umbønin skal sendast til:

     

Hevur tú fleiri spurningar?

Hevur tú fleiri spurningar, ella er tað okkurt, sum tú vilt vita meira um, so kanst tú altíð skriva okkum ein teldupost ella eitt bræv. Tú kanst eisini ringja til okkum ella vitja okkum. 

 

 

Til vaksin (nýtt vindeyga)