Búmerkið hjá felagnum
Heim / Hetta gera vit /
Samrøðubólkar

Samrøðubólkar.

Kundi tú hugsað tær at at tosað við onnur børn, sum eru í somu støðu sum tú? Kom við í samrøðubólk!

Um foreldur tíni eru farin frá hvørjum øðrum, kanst tú koma við í samrøðubólk í Familjufyrisitingini. Í samrøðubólki kanst tú møtast við øðrum, sum eisini hava foreldur, sum ikki liva saman. Bólkar vera settir saman soleiðis, at tit eru nøkulunda líka gomul. 

Longri niðri kanst tú lesa meira um, hvat vit tosa um, hvat onnur børn siga, og hvussu foreldrið hjá tær kann melda teg til. Trýst á spurningin, so sært tú svarið. 

Hvat siga onnur børn um at ganga til samrøðubólk? .

  • Tað er gott at lurta eftir øðrum, sum hava tað sum eg. So veit eg, at eg ikki eri einsamøll.

  • Vit tosa um alt møguligt og lurta eftir, hvussu hini hava tað. Eg havi fingið tað betri.

  • Tað er gott at kunna tosa, men vit hava eisini stundir at hugna okkum saman.

  • Vit tosa um ting, sum eg ikki kann tosa við mammu og babba um.

Spurningar og svar um samrøðubólkar.

Hvat er ein samrøðubólkur?

Eru foreldur tíni farin frá hvørjum øðrum, kanst tú koma við í samrøðubólk í Familjufyrisitingini. Í samrøðubólki kanst tú møtast við øðrum, sum eisini hava foreldur, sum ikki liva saman. Bólkar vera settir saman soleiðis, at tit eru nøkulunda líka gomul. 

Í samrøðubólkunum tosa vit um alt tað, sum fylgir við tí, at foreldur ikki liva saman. Tú hoyrir hini børnini greiða frá sínum upplivingum, og tú kanst eisini greiða frá tínum upplivingum. Í samrøðubólkinum kanst tú práta um, hvussu tú hevur tað við at hava tvey heim, ella hvussu tú hevur tað við tí nýggja makanum hjá mammu ella babba. Hini børnini kenna seg kanska aftur og hava møguliga góð ráð til tín, um hvat tey hava gjørt, tá ið tey høvdu tað trupult. Og kanska tú kanst hjálpa teimum við tínum góðu ráðum.

Ein samrøðubólkur er tykkara frírúm, og foreldur fáa bara tað at vita, sum tit ynskja at fortelja teimum. Men alt er ikki bara prát um tað, sum er torført ella trupult. Vit hugna okkum eisini og hava tað stuttligt saman. Kom við! 

Hvussu sleppi eg til samrøðubólk?

Tann av foreldrunum, sum tú býrt hjá, kann tekna teg til samrøðubólk við at senda Familjufyrisitingini ein teldupost. 

Hevur tú fleiri spurningar?

Hevur tú fleiri spurningar, ella er tað okkurt, sum tú vilt vita meira um, so kanst tú altíð skriva okkum ein teldupost ella eitt bræv. Tú kanst eisini ringja til okkum ella vitja okkum. 

 

Til vaksin (nýtt vindeyga)