Búmerkið hjá felagnum
Heim / Hetta gera vit /
Tíni rættindi

Tíni rættindi.

Hóast tú ert eitt barn undir 18 ár, so hevur tú eisini rættindi.

Fleiri av hesum rættindum eru tryggjað við lóg. Millum annað eru fleiri rættindi hjá tær tryggjað í foreldramyndugleikalógini, sum er tann lógin, sum Familjufyrisitingin arbeiðir eftir, um foreldur tíni eru ósamd um samveruskipan ella bústaðin hjá tær.

Tú hevur millum annað rætt til at taka stigið. Tað kanst tú lesa meira um her.

Men tú hevur eisini rættin til eitt nú at fáa títt sjónarmið lýst, rætt til at hava ein hjásita við og møguliga hevur tú eisini rætt til innlit. 

Longri niðri kanst tú eisini lesa meira um aðrir felagsskapir og stovnar, sum eru her, um tú ynskir meira hjálp ella onkran at práta við. 

Rættindi hjá tær, tá eitt mál um teg verður viðgjørt í Familjufyrisitingini.

Fáa títt sjónarmið lýst

Tá Familjufyrisitingin til dømis skal taka avgerð um, hvar tú skalt búgva, hevur tú rættin til at fáa sjónarmið lýst. Tað merkir ikki, at tú ræður. Men tú hevur rættin til at siga tína meining og fáa títt sjónarmið lýst. Tað er eisini tí, at tú verður boðin til barnasamrøðu, um foreldur tíni eru ósamd um, hvar tú skalt búgva, ella hvussu nógv tú skalt vera hjá tí foreldrinum, sum tú ikki býrt hjá. 

Rætturin at fáa títt sjónarmið lýst er eisini tryggjaður við barnarættindasáttmálanum. Barnarættindasáttmálin tryggjar tær eisini rættin at verða hoyrd ella hoyrdur og at siga tína meining. Og barnarættindasáttmálin skal millum annað tryggja, at vaksin gera tað, sum er best fyri børn, og at vaksin virða meiningina hjá børnum.

Hjásita

Tú hevur rætt til at hava ein hjásita við, tá tú kemur til samrøðu ella fund í Familjufyrisitingini. 

Ein hjásiti er ein vaksin persónur, sum tú ert trygg/ur við. Foreldur tíni kunnu ikki vera tín hjásiti, tí at tey hava biðið um hjálp frá Familjufyrisitingini, og tí at tú skalt kunna siga júst tað, tú hugsar.

Um tú vilt hava ein hjásita við til barnasamrøðuna, kanst tú eitt nú tosa við ráðgevan um hetta, tá tú kemur í Familjufyrisitingina til fyrireikandi prátið at heilsa upp á ráðgevan og at síggja hølini, har samrøðan fer at verða hildin.

Innlit í málið

Tá tú ert yngri enn 18 ár, er tað tann ella tey, sum hava foreldramyndugleika yvir tær, sum skulu tryggja, at tú hevur tað gott. Foreldramyndugleikahavar kunnu tí virka og handla tína vegna. Tað vil siga, at tann ella tey við foreldramyndugleika umboða teg og taka týðandi avgerðir fyri og um teg.

Um foreldur tíni hava biðið Familjufyrisitingina hjálpa teimum, tí at tey eru ósamd um bústaðin hjá tær, ella hvør samveruskipan skal vera galdandi fyri teg, hevur Familjufyrisitingin stovnað eitt sokallað samveru- ella bústaðarmál í okkara telduskipan. 

Í hesum máli goyma vit alla kunning um málið. Vit goyma til dømis teldupostar, sum foreldur tíni hava sent okkum. Vit goyma frágreiðingar frá fundum við tíni foreldur. Og vit goyma eisini frágreiðing frá tíni barnasamrøðu í hesum málinum. Hesar upplýsingar hjálpa okkum at taka avgerð um, hvat er best fyri teg. 

So leingi tú ert undir 18 ár, so ert tú ikki at rokna sum ein beinleiðis partur í málinum. Hinvegin eru foreldur tíni beinleiðis partar í málinum. Partar í málinum hava rætt til at síggja tær upplýsingar, sum vit goyma í málinum. Hetta rópa vit rættin til innlit. 

Men hóast tú ert eitt barn undir 18 ár og ikki ert beinleiðis partur í málinum eins og foreldur tíni, so kanst tú hava rætt til innlit eisini. Tað veldst millum annað um, hvussu nógv ár tú ert, og møguliga eisini hvussu búgvin tú ert. 

Um tú ert yvir 15 ár, verður tað aloftast mett, at tú ert nóg gomul ella gamal at fáa innlit í upplýsingarnar í einum samveru- og/ella bústaðarmáli um teg. 

Og tá tú ert vorðin 18 ár, kanst tú altíð venda tær til okkara og biðja um at síggja tær upplýsingar, sum Familjufyrisitingin hevur í einum bústaðar- og/ella samverumáli um teg. Eisini hóast, tú vart væl yngri, tá málið var viðgjørt í Familjufyrisitingini. 

Tørvar tær hjálp? 

Tað eru eisini alskyns felagsskapir, stovnar og myndugleikar, sum arbeiða fyri, at tú hevur tað gott, og at hjálpa tær, um tú ikki hevur tað gott. Tað eru millum annað hesir: 

  • Tú & Eg-ráðgevingin

    Tú & Eg Ráðgevingin er ein ókeypis ráðgeving til børn og ung. Tørvar tær ráð, vegleiðing, ella bara onkran at tosa við, so kanst tú ringja til ráðgevingina á 116 111. 

    Øll, ið ringja, eru dulnevnd. Tað merkir, at tann, sum svarar, sær ikki, hvør tað er, sum ringir, og tær nýtist ikki at upplýsa navn. 

    Tú & Eg Ráðgevingin svarar hvørt kvøld frá klokkan 20:00 til 24:00.

    Les meira á 116111.fo
  • Títt Rúm

    Ert tú vaksin upp í einum heimi við rústrupulleikum? Um tú følir, at rúsnýtslan hjá einum ella báðum tínum foreldrum ella systkjum ávirkar teg á ein neiligan hátt, so kanst tú fáa hjálp frá Títt Rúm.

    Títt Rúm hevur bæði barnabólkar, tannáringabólkar og bólkar til vaksin. Títt Rúm hevur alskyns tilboð, bæði bólka- og einstaklingasamrøður, umframt foreldra- og familjusamrøður. Øll tilboð eru ókeypis.  

     

    Les meira um Títt Rúm
  • Barnaverndartænastan

    Barnaverndin er til fyri at hjálpa børnum og ungum, sum ikki hava tað gott heima. Tey skulu royna at finna útav, hvussu tey best kunnu hjálpa tær og tínari familju.

    Um tú hevur tað ringt heima, er tað umráðandi, at tú tosar við onkran og fært hjálp. Og barnaverndartænastan kann hjálpa tær og foreldrum tínum, soleiðis at tú fært tað betri heima.

    Á heimasíðuni hjá barnaverndartænastuni kanst tú lesa meira um, hvussu barnaverndin kann hjálpa tær, og hvussu tú setir teg í samband við barnaverndartænastuna.

    Les meira um barnaverndartænastuna her
  • Barnanna umboðsmaður

    Umboðsmaðurin ansar eftir, at myndugleikar og stovnar lurta eftir sjónarmiðum hjá børnum og ungum og virða rættindi hjá teimum. Til dømis, verður ansað eftir, at Familjufyrisitingin lurtar eftir tær, tá Familjufyrisitingin skal taka avgerðir um tín bústað ella samveru við foreldur tíni. 

    Á heimasíðuni hjá barnanna umboðsmanni kanst tú lesa meira um tey rættindi, sum umboðsmaðurin verjir. 

    Les meira um á bum.fo
Til vaksin (nýtt vindeyga)