Búmerkið hjá felagnum
Heim / Hetta gera vit /
Bústaður

Bústaður.

Búgva foreldur tíni ikki saman, skalt tú hava bústað hjá tí eina foreldrinum. Tað foreldrið, sum tú hevur bústaðin hjá, kallast bústaðarforeldrið. Og bústaðurin hjá tær er har, sum tú býrt minst helvtina av tíðini.

Tað foreldrið, sum tú ikki hevur bústaðin hjá, kallast samveruforeldrið. Tann tíðin, tú ert saman við samveruforeldrinum, kalla vit samvera.

Tað foreldrið, sum tú býrt hjá, skal taka sær av tær, meðan tú ert hjá tí foreldrinum, millum annað syrgja fyri at tú fært mat, fert í skúla og tílíkt. Og tá ið tú ert hjá samveruforeldrinum, skal samveruforeldrið taka sær av tær.

Tú mást í minsta lagi vera hjá bústaðarforeldrinum helvtina av tíðini. Til dømis, mást tú í minsta lagi vera hjá bústaðarforeldrinum 4 út av 7 døgum, ella 7 út av 14 døgum. 

Kann eg gera av, hjá hvørjum foreldri eg skal búgva?

Nei, tað kanst tú ikki. Men tín meining hevur stóran týdning kortini.

Tað eru tíni foreldur, sum gera av, hvussu tað skal vera, og hvar tú skalt búgva, til tú ert 18 ár. Eisini hóast foreldur tíni ikki búgva saman. Men, tað er umráðandi, at foreldur lurta eftir tær, soleiðis at tey kunnu gera av og meta um, hvar tað er best fyri teg at búgva.

Tú kanst ikki broyta, hvar tú skalt búgva, hvussu nógv tú skal vera mammu tíni ella pápa tínum, ella hvør ræður yvir tær. Tað eru tíni foreldur, sum gera av, hvussu tað skal vera, til tú ert 18 ár.

Tá ið tú ert vorðin 10 ár, hevur tú rætt til at taka stigið. Tað vil siga, at tú kanst biðja okkum í Familjufyrisitingini um at fáa fund í lag við foreldrini hjá tær, um tú heldur, at tær avtalurnar, sum tíni foreldur hava gjørt um teg, ikki eru góðar ella hóska seg til tín. 

Tíni foreldur kunnu vera samd ella ósamd um, hjá hvørjum teirra, tú skalt hava bústað. Um tey eru ósamd ella í iva um, hvat er best fyri teg, kunnu tey fáa hjálp frá okkum. Vit kunnu hjálpa teimum at finna eina semju, og um tey ikki vera samd, kunnu vit taka eina avgerð um, hvar tú skalt búgva. Um vit skulu taka avgerð, hevur tú rætt at greiða frá tínum sjónarmiði. Og tað vil siga, at tú verður boðin til barnasamrøðu. Tú kanst lesa meira um barnasamrøðuna her.

Hvat kann bústaðarforeldrið taka avgerð um?

Bústaðarforeldrið kann einsamalt, tað vil siga uttan at hava skyldu til at spyrja hitt foreldrið, gera av:

  • at flyta til eitt annað stað í Føroyum saman við tær
  • at tú skalt til barnasálarfrøðing, barnaserkøna ráðgeving ella samrøðubólk 
  • hvat frítíðarítriv tú kanst ganga til, tá tú ert hjá bústaðarforeldrinum, um frítíðarítrivið ikki er vandamikið 

Tað foreldrið, sum tú býrt hjá, skal eisini taka sær av tær heima. Tað vil siga, syrgja fyri at tú fært mat, kemur í skúla, ger skúlating og hevur tað gott. Og akkurát líka skal samveruforeldrið eisini syrgja fyri, at tú fært mat, kemur í skúla, ger skúlating og hevur tað gott, tá tú ert í samveru. 

Míni foreldur klandrast illa um, hvar eg skal búgva. Hvat kann eg gera?

Tað er ikki altíð lætt at vera eitt barn, tá foreldur eru ósamd ella klandrast illa. Vit vilja fegin hjálpa tær, og vit vilja fegin hjálpa tínum foreldrum. 

Fyrst og fremst er tað eitt gott hugskot, at tú tosar við tíni foreldur um støðuna. Um tað er torført, kanst tú kanska skriva teimum eitt bræv, har tú greiðir frá tínari støðu. 

Tú kanst eisini ringja til okkum, skriva til okkum ella koma ein túr í Familjufyrisitingina. Familjufyrisitingin kann síðani kalla tíni foreldur á fund, og soleiðis kunnu vit royna at hjálpa tínum foreldrum við teimum ósemjum, sum tey hava.

Vit kunnu ikki lova, at foreldur tíni fara at semjast um tín bústað. Men vit kunnu lova, at vit fara at royna okkara besta at hjálpa teimum at samstarva og samskifta.

Foreldramyndugleiki og bústaður.

  • Bæði foreldur hava foreldramyndugleika

    Tað eru bara foreldur, sum hava lut í foreldramyndugleikanum yvir tær, sum kunnu biðja okkum um at taka avgerð um, hvar tú skalt hava bústað. 

  • Bara annað foreldrið hevur foreldramyndugleika

    Um eitt foreldur ikki hevur lut í foreldramyndugleikanum, so ber ikki til at søkja um, at Familjufyrisitingin skal taka avgerð um, hvar tú skalt búgva. 

    Foreldur kunnu tó altíð semjast um eina loysn viðvíkjandi bústaðnum hjá tær. 

Her sært tú eina tekning av, hvat bústaður merkir: 

Til vaksin (nýtt vindeyga)